Ein minniligur 1. mai

Umstøðurnar at halda fyrsta mai í ár, eru ikki tær somu, sum fyrr. Í ár kunnu vit ikki halda arbeiðaradagin  við at savnast á Reyða torgi í Vestmanna ella á Vaglinum í Havn, sum siður hevur verið í mong ár.

Hóast dagurin verður hátíðarhildin á talgildu pallunum, merkir tað ikki, at vit hava minni at savnast um. Kanska tvørtur ímóti. 1. mai 2020 verður ein minniligur dagur.

Tað er í krepputíð, at vit merkja týdningin av samanhaldi og solidariteti. At vit síggja, at vit øll eru treytað av hvør øðrum, at vit viðurkenna, at øll hava eins nógv at týða.

Serliga sjónligt hevur tað verið, at heilsustarvsfólk hava stóran týdning fyri okkara samfelag. Ein týdning, sum samfelagsliga hevur verið nærum ósæddur fyrr. Tá øll onnur hava verið send heim frá arbeiði ella hava arbeitt heimanífrá, hava heilsustarvsfólkini verið til arbeiðis, tí teirra arbeiði kunnu vit ikki vera fyri uttan. Tey mugu vera á arbeiðsstaðnum og kunnu ikki røkja sínar uppgávur heimanífrá.

Á enskum kalla vit tey ”essential workers”, á donskum ”kritiske medarbejdere”. Tað eru tey, sum røkja uppgávur, ið ikki kunnu flytast ella útsetast. Fólk sum arbeiða á røktarheimi, í matvøruhandli ella renovatiónsarbeiðarar. Lívsneyðug starvsfólk.

Hesar seinastu seks vikurnar ella so, hava umstøðurnar verið serligar og óvanligar hjá okkum øllum, og hjá teimum sum arbeiða í røktini hevur arbeiðsdagurin verið merktur av skjótari umstilling og einum ávísum ótryggleika í mun til arbeiðstíðir og løn.   

Vit eru øll ávirkað av kreppuni seinastu vikurnar og verða tað helst eisini í rúma tíð frameftir. Og vit hava øll lært nakað um, hvat veruliga hevur týdning í lívinum.

Alt fólkið stendur saman í krepputíðini. Øll hava givið sítt íkast til at minka um smittuvandan. Uttan mun til, hvat yrki fólk starvast innan, og hvussu frítíðin og heimlívið hjá hvørjum einstøkum eru háttað.

Hevur hendan tíðin undirstrikað nakað, so er tað týdningin av samanhaldi og solidariteti. At vit øll hava brúk fyri hvørjum øðrum. At øll hava eins nógv at týða.

Góðan Altjóða arbeiðaradag!