Eg havi áræðið og royndirnar at halda fram

Valskeiðið hjá mær í forkvinnusessinum rennur út á aðalfundinum í ár, og eg havi gjørt av at bjóða meg fram til komandi valskeið eisini. Nógv er komið burtur úr hetta tveyáraskeiðið og nógv arbeiði er í gongd, sum eg fegin vil halda fram við. Hendan tíðin, eg havi verið forkvinna í Heilsurøktarafelagnum hevur ment meg og givið mær førning til framhaldandi at arbeiða til frama fyri limir felagsins.

Mítt fyrsta valskeið

Tá eg fyrstu ferð stillaði upp til forkvinnuvalið, var tað m.a. fyri styrkja fakliga samleikan hjá heilsurøktarum, skapa virðing rundan um yrkið og framhaldandi gera heilsurøktarayrkið og Heilsurøktarafelagið sjónskt í føroyska samfelagnum. Síðan tá, hevur felagið fingið sína egnu síðu á facebook, ið partvíst virkar sum longdi armurin hjá heimasíðuni og partvíst ein skjótari og meiri málrættaður máti at vera sjónsk fyri limir og onnur áhugað. Vit hava fingið nál – eitt emblem-, sum er eyðmerki fyri fakligheit og dygd, har vit eru til arbeiðis í heimum, bústovnum og sjúkrahúsum. Vit hava seinastu tvey árini skipað fyri skeiði um fakligt fokus og um fakligan samleika, tí virðingin og stoltleikin í yrkinum kemur, fyrst og fremst, innan ífrá – frá hvørjum einstøkum heilsurøktara. Og í  fjørheyst valdu vit at seta fokus á evropeiska heilsurøktaradagin við einum facebookátaki, har vit settu andlit á heilsurøktar og við teirra egnu orðum lótu tey siga frá stoltleikanum í dagliga yrki sínum. Í løtuni eru vit frammi við slagorði, myndum, ið lýsa heilsurøktaran í verki og tveimum filmsbrotum við ávikavist einum heilsurøktara og forkvinnuni. Afturat tí, er ein stórur partur av mínum gerningi at hava samskifti við limir og arbeiðsgevarar, at gera viðmerkingar til aktuel evni, ið viðkoma okkum sum fakfólki og vera virkin í samstørvum við onnur fakfeløg og í tí arbeiði, sum rørir seg innan almenna arbeiðsmarknaðin, sum heild.

Framyvir

Tað, eg ynski at arbeiða fyri framyvir, er at fáa lønina upp og arbeiðsvikuna niður. At arbeiða, sum autoriserað heilsustarvsfólk, men síggja gjónna breiðka og dýpast millum okkum og nærmastu starvsfelagarnar, er als ikki nøktandi. Summastaðni liggur øll tann medisinska ábyrgdin á herðunum hjá heilsurøktarunum, men lønin fylgir ikki við. Við sáttmálasamráðingum, kunnu hesi mál røkkast. Avvarðandi yrkisfeløg hava longu prógvað fyri Fíggjarmálaráðnum, at tað ikki ber til at arbeiða fulla arbeiðsviku í trýskiftisvaktum uttan at bróta sáttmála ella lóg á økinum, tí má full arbeiðsvika gerðast styttri enn 40 tímar. Nógvir batar kunnu og skulu gerast, men hesi viðurskiti eru grundleggjandi fyri fysiska og psykiska arbeiðsumhvørvið hjá heilsurøktarum.  

Sjónliggerin av yrkinum er nakað, sum støðugt má arbeiðast við, og avbjóðingin framyvir verður at  finna nýggjar mátar at gera hetta upp á. Ein møguleiki er, at felagið upplærir heilsurøktarar til at vera áskoðanarmyndarar. Tað hevur týdning at samfelagið hoyrir málið í teimum einstøku heilsurøktarunum – gerandishetjunum í okkara samfelag. Ein annar, neyðugur háttur at styrkja okkara samleika er, at eisini heilsurøktarar undirvísa á Heilsuskúla Føroya. At okkara fak verður ført ført víðari av teimum, sum sjálvi virka í fakinum. Tað er í útbúgvingarráðnum, vit røkka hesum máli.

Tín stuðul

Nú eg havi greitt frá tí, eg havi arbeitt við hetta valskeiðið, eg havi verið forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, og tí, sum tørvur er á at arbeiða við framyvir, fari eg, at enda, at heita á limir felagsins at atkvøða fyri mær á aðalfundinum 17. apríl, tí mær tørvar tín stuðul til at fremja tey mál, eg vil virka fyri.

Rakul í Gerðinum, forkvinna