Eg eri tilreiðar at taka eitt tørn afturat

Sum nevndarlimur í Heilsurøktarafelagnum - eisini tey næstu tvey árini - ynski eg at verða við til at flyta felagið enn longur fram á leið.

Eftir at hava sitið í nevndini í Heilsurøktarafelagnum seinastu tvey árini, og eitt nýtt skeið nú liggur fyri framman, bjóði eg mær at taka eitt tørn aftrat í nevnd felagsins.

Eg standi fyri vali, og tað hevði glett meg, um eg fekk tykkara stuðul til framhald av tí arbeiði, sum vit eru í holt við í felagnum og sum liggur fyri framman.

Hetta hava verið tvey spennandi og lærurík ár, og nú at enda í tíðarskeiðnum havi eg eisini verið við til at fyrireika okkara krøv til sáttmálasamráðingarnar.

Eitt av mongum málum, sum liggja mær á hjarta í felagnum, er ein stytt arbeiðsvika, har vit fáa meira útgoldið fyri tíðina, vit eru til arbeiðis.

Tað er eisini eitt av mínum hjartamálum framhaldandi at gera Heilsurøktarafelagið enn meira sjónligt og uppgávurnar hjá hvørjum einstøkum limi sjónligari.

Hesi bæði árini í nevnd felagsins hava veruliga kveikt mín áhuga fyri fakfelagsarbeiði, og tað er mín vón, at eg eisini næstu tvey árini sleppi at brúka mína orku vegna okkara felag og limir.

Eg brenni fyri at betra um umstøðurnar hjá øllum okkara limum, og eg vil eisini í einum nýggjum skeiði gera mítt allar besta í øllum teimum málum og viðurskiftum, sum Heilsurøktarafelagið arbeiðir við og fer at arbeiða við tey næstu árini.

Sum nevndarlimur í felagnum - eisini tey næstu tvey árini - ynski eg at verða við til at flyta Heilsurøktarafelagið enn longur fram á leið.

 

Bingerð Hjalmarsdóttir,

nevndarlimur