Eftirútbúgving og førleikamenning á dagsskrá

Í seinastu viku var álitisfólkafundur hjá Heilsurøktarafelagnum. Evnið var útbúgving, eftirútbúgving og førleikamenning hjá heilsurøktarum.

Vit høvdu boðið skúlastjóranum á heilsuskúlanum, Vivie Kirke Davidsen, og mentamálaráðharranum, Jenisi av Rana, at halda hvør sín fyrilestur fyri okkum.

Vivie, sum er nýggjur stjóri á Heilsuskúla Føroya, legði fyri við eini frálíkari framløgu, har hon presenteraði skúlan og hvørji tey eru. Komið var inn á strategiarbeiði, misjón og visjón skúlans, og nakað varð gjørt burtur úr kørmunum hjá skúlanum, umframt, at nomið varð við politisku skipanina og hennara leiklut í myndanini av skúlanum. Greitt varð frá áhugabólkunum og teirra ávirkan og at enda fingu vit víst nøkur hagtøl fyri skúlan.

Eisini hevði Jenis av Rana, mentamálaráðharri, ein fyrilestur útfrá nøkrum spurningum, vit høvdu sett honum.

Vit spurdu, hvørjar ætlanir landstýrismaðurin hevur fyri heilsurøktaraútbúgvingina og heilsuskúlan, sum heild, hvussu politiska skipanin kann vera við til at kveikja okkara ungu til hesa útbúgvingarleiðina og hvat landstýrismaðurin hugsar um framtíðina hjá hesum fakbólkinum, eitt nú viðvíkjandi eftirútbúgvingarmøguleikum og førleikamenning, sum heild.

At enda tók forkvinnan saman um árið, ið er við at fara um sýn. Eitt ár, sum hevur verið merkt av kollveltandi broytingum, hugsandi um støðuna við koronu í mars og meir ella minni líka síðan tá. Eitt ár við ótryggleika, iva og avbyrging, men eisini eitt ár við virðismeting, øktum arbeiðsinnsatsi og gleði um, at tað gongur lutfalsliga væl her hjá okkum. Eitt ár við samráðingum, skeiðsvirksemi fyri álitisfólkini og stórum politiskum fokusi á okkara útbúgving og arbeiðsumstøður.

Stytt arbeiðsvika og útbúgving av fleiri røktarstarsfólkum hava verið til viðgerðar í Løgtinginium og í hesum sambandi hava vit eisini verið hoyrd og hava nýtt høvi til at greiða frá okkara hugsan um hesi týðandi viðurskifti fyri heilsurøktarar og givið okkara tilmæli.