Demensrøkt, sum ger mun - persónssentrerað umsorgan

Týsdagin 27. februar verður skeið fyri limir í Heilsurøktarafelagnum. Skeiðið hevur heitið “DEMENSRØKT, SUM GER MUN, við persónssentreraðari umsorgan”. Tað eru Jóhanna Henriksen og Poula Sørensen, ið fara at undirvísa. Tær báðar eru heilsurøktarar og demenssamskiparar við drúgvum royndum í yrkinum, serliga á demensøkinum. Vit gleða okkum til at síggja heilsurøktarar úr øllum landinum á skeiðnum í næsta mánaða. Tekning fer fram á tlf 515670 ella heilsurokt@gmail.com