Danir vilja gera upp við lága løn

Okkara løn er órættvís, halda nógvir av fakbólkunum hjá FOA. Ein stórur partur av íbúgvunum í Danmark eru samdir.

Næstan tveir triðingar av limunum hjá FOA halda sína løn vera órættvísa í mun til tær uppgávur og ta ábyrgd tey hava.

Harvið er ónøgdsemið við lønina munandi størri millum fakbólkarnar hjá FOA enn millum íbúgvarnar yvirhøvur. Tað vísa nýggjar kanningar; ein millum FOA-limir og tvær millum ein umboðandi tvørskurð av íbúgvunum.

Sambært tí seinna, ynskir ein stórur partur av dønum, at fleiri av teimum stóru FOA-fakbólkunum skulu viðurkennast meira og hava hægri løn.

Tað fegnast formaðurin í FOA, Dennis Knudsen, um: “Tað er gott at vita, at lønarkrøvini hjá FOA hava undirtøku millum danir. Men tað er eisini eitt sunnheitstekin, at okkara limir ikki bara geva eftir og góðtaka teir lønarmunir, tey uppliva,” sigur hann.

"Løn er ikki rættvís."

Kanningarnar seta kortini ikki nýggjar tankar í gongd hjá høvuðssamráðaranum á økinum, Michael Ziegler, sum er borgarstjóri í Høje Taastrup.

“Eg haldi eisini, at heilsurøktarar og aðrir FOA-fakbólkar gera eitt týdningarmikið arbeiði, men vit samráðast ikki útfrá meiningarkanningum. Løn snýr seg ikki um rættvísi, men um, hvussu vit í kommununum tryggja okkum ta arbeiðsmegi, okkum tørvar.”

Arbeiðsmarknaðargranskarin Mikkel Mailand frá Københavns Univeritet heldur, at kanningarnar kunnu skapa eitt gott kjak undir sáttmálasamráðingunum.

“Men skulu nakrir bólkar hava meira, eru tað aðrir, ið skulu hava minni, og tí er tað sera trupult at lyfta fleiri størri bólkar í senn.”

Hetta skrivar Finn Danielsen í Fakblaðnum FOA, Nr. 03/17 fra 9. mai í ár.