Dagsskrá til aðalfundin

Ársaðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður mánadagin 24. apríl í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð

Kl 9.15 er morgunmatur og ein frokostbuffét er kl 12.00 - 13.00

Fundurin byrjar kl 10.00

Skráin er henda:

1. Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum
2. Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
4. Val av nevndarlimum og tiltakslimi
5. Val av løggildum grannskoðara
6. Inkomin mál
7. Ymiskt

Eftir aðalfundin, áleið kl 14.15 hevur Jóannes Hansen fyrilestur við heitinum: “Vælferðin – tænastan og tænarin”

Kl. 15.00 er kaffi og køka.

Tilmelding á heilsurokt@gmail.com ella tlf 315670/515670