COVID-19 sum arbeiðsskaði

Ivast tú í, hvussu starvsfólk, sum verða smittað við COVID-19 í samband við arbeiði sítt, skulu fyrihalda seg, so eru boðini frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, at hetta skal skrásetast og fráboðast eins og aðrir arbeiðsskaðar verða fráboðaðir.

Vit hava fingið at vita frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, at teirra greiða fatan er, at arbeiðstengd smitta við koronuvirus er at meta sum ein arbeiðsskaði.
Smitta skal tískil fráboðast eftir somu reglum sum ein vanligur arbeiðsskaði.

Hetta er tó treytað av, at smittan fylgir vanligum reglunum fyri ein arbeiðsskaða – t.e. at tað er samband millum arbeiðið og arbeiðsskaðan. Hetta merkir, at tað skal kunna ávísast sum sannlíkt, at smittan er fingin til arbeiðis.

Somu tulkingar eru gjørda í grannalondum okkara. 

Meðan tað í fleiri av grannalondunum er ilt at siga, hvussu smittan breiðir seg, hava vit sera góða smittuuppsporan í Føroyum.
Hetta merkir, at tað er rættuliga lætt at lúka treytirnar um at ávísa samband millum smittu og arbeiðið.