Ársaðalfundurin møguliga útsetast


Støðan viðvíkjandi Coronasmittuni broytist allatíðina, og hóast aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum er lýstur at vera um smáar 6 vikur, er, sum nú er, ein møguleiki fyri, at ársaðalfundurin má útsetast. Vit vita ikki enn, nær ársaðalfundurin, í so fall, ístaðin kann verða hildin.
Nevndin kannar í løtuni møguleikarnar fyri, um og nær áður lýsti aðalfundur kann haldast, sum ætlað.


Sum heilsustarvsfólk mugu vit øll taka tey atlit, sum eru neyðug fyri, at smittan ikki verður borin til fólk við veikari immunverju, og Heilsurøktarafelagið heitir á allar limir sínar um at halda tær atlitsreglur, sum til eina og hvørja tíð verða tilráddar av landsins myndugleikum í samband við smittuvandan, nú COVID-19 herjar um allan heim - bæði sum privatpersónar og serstakliga sum professionel starvsfólk á sjúkrahúsum, stovnum og heimum runt um.
Hóast tað er sjálvsagt fyri heilsufakfólk, skulu vit minna limir okkara á týdningin av, at tit, og tey, tit eru um, vaska og spritta hendurnar nóg ofta og, at tit regluliga spritta tól av, sum verða nýtt í arbeiðinum, eisini handtøk og líknandi.
Tað kann ikki sigast nóg ofta.

Ansið væl eftir tykkum sjálvum og teimum, tit eru um, hvønn dag.