Ársaðalfundurin er útsettur

Orsakað av koronusmittuni, hevur nevndin á fundi í dag gjørt av at útseta aðalfundin, sum áður er lýstur at vera 20. apríl í ár.


Enn er ógjørligt at siga nær aðalfundurin ístaðin kann vera.  Tað veldst alt um, hvussu leikur fer í samband við smittuna.
Verðandi nevnd verður sjálvsagt óbroytt fram til aðalfundin og fer at virka eins og higartil við mánaðarligum fundum, eins og ásett í viðtøkunum.