Ársaðalfundur og framløga av trivnaðarkanning

Heilsurøktarafelagið hevur havt ársaðalfund í dag, mánadag 27. apríl. Fyrrapartin varð aðalfundurin avgreiddur. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Fýra limir stilaðu upp. Sjúrður Norðbúð bleiv afturvaldur og Rakul í Gerðinum er nývald. Ein nevndarlimur skuldi veljast í eitt ár fyri nevndarlim, sum hevur tikið seg úr nevndini, nú hann fyribils ikki arbeiðir á almanna- og heilsuøkinum. Jóhanna Henriksen bleiv vald at sita hetta árið. Anna-Britt Eið bleiv afturvald til tiltakslim. Sostatt manna hesi nevndina í Heilsurøktarafelagnum fram til aðalfundin í apríl 2016: Majbritt Mohr, forkvinna, Gunvør Sigurðsson, Jóhanna Henriksen, Sjúrður Norðbúð og Rakul í Gerðinum. Sunrid Berg og Anna-Britt Eið eru tiltakslimir.

Seinnapartin var framløga av trivnaðarkanning, sum Heilsurøktarafelagið læt gera um ársskiftið 2013/2014. Endamálið við kanningini var at fáa innlit í trivnaðin og starvsviðurskiftini hjá limunum. Ein lítil partur av kanningini um arbeiðstíð og líknandi viðurskifti, bleiv lagdur fram á almennum fundi um eldraøkið í juni í fjør.

Í trivnaðarkanningini svara nógv tey flestu - 93% - at tey sum heild eru nøgd í sínum starvi. Eisini eru tey flestu glað um sína fakligu útbúgving og vilja viðmæla øðrum at útbúgva seg innan fakið. Heilsustøðan hjá limunum í Heilsurøktarafelagnum líkist miðalheilsustøðuni fyri alt landið sambært Manntali í 2011. Samanumtikið gevur kanningin eina fatan av, at heilsurøktarar í Føroyum trívast rættiliga væl. Tó eru viðurskifti, sum sambært teimum spurdu, kundu verið betri.

Kanningin vísir, at heilsurøktarar sakna menningarmøguleikar, og at bert 54% av teimum spurdu sleppa at brúka sínar fakligu førleikar til fulnar í arbeiðinum. Bara góð helvtin sleppur at brúka sínar royndir og evni, og 37% siga seg ikki fáa hóskandi avbjóðingar í arbeiðinum.

At kanningin vísir, at heilsurøktarar ikki halda seg sleppa at brúka sínar fakligu førleikar í nóg stóran mun í arbeiðinum, kemur ikki heilt óvart á Heilsurøktarafelagið. Heilsurøktarar í øllum almanna- og heilsuverkinum vísa ofta á, at teir ikki loysa uppgávur ella ikki sleppa at hava fullu ábyrgdina av ávísum uppgávum, ið teir antin eru skikkaðir til ella kundu blivið lærdir upp til at havt fulla ábyrgd fyri.

Við hesum staðfestingum halda vit tað vera neyðugt, at allir avvarðandi partar hyggja eftir, hvat teir kunnu gera fyri at fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarum, verða brúktir optimalt. Tað er í øllum føri ikki samfelagsgagnligt, at Heilsuskúlin á hvørjum ári klekir einar 20 heilsurøktarar, og at teir so bara brúka ein part av teirra førleikum, royndum og evnum í arbeiðinum.