Ársaðalfundur 2020

Ársaðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður mánadagin 20. apríl kl. 10.00. Hesaferð verður fundurin hildin í Smæruni í Havn.

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:

Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum
Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
Val av forkvinnu/formanni, nevnd og tiltakslimum
Val av einum løggildum grannskoðara
Innkomin mál
Ymiskt

Forkvinnan, tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur standa fyri vali hesaferð. Tey, sum vilja stilla upp til forkvinnu/formann ella nevndarlim, skulu boða nevndini frá í seinasta lagi 4 vikur undan aðalfundinum, tað vil siga 23.mars. Uppstilling av tiltakslimi fer fram á aðalfundinum.

Allir limir kunnu skrivliga bera fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum. Uppskot skulu vera forkvinnuni í hendi í seinasta lagi 6. apríl, sum er 14 dagar áðrenn ásetta aðalfundin.