Arbeiðsumhvørvi og lívlong læra

Hósdagin 7. juni er Smæran í Havn, karmur um eina ráðstevnu, sum Heilsurøktarafelagið skipar fyri saman við EPN, ið er samstarvið millum heilsurøktarar í Evropa. Endamálið við EPN-samstarvinum er at skapa eitt slag av samleika millum heilsurøktarar og aðrar líknandi fakbólkar í ymiskum londum og at varpa ljós á gongdina á starvsøkinum.

Ráðstevnan hevur heitið ”Practical Nurses in Europe – trends in work environment and lifelong learning”. Á føroyskum; “Heilsurøktarar í Evropa – rák innan arbeiðsumhvørvi og lívlanga læru”.

EPN er stytting fyri European council of Practical Nurses, og hóast flestu limalondini eru norðurlendsk, er høvuðsmálið í EPN-høpi enskt. Eitt sindur ymiskt hevur verið, hvørji lond hava verið limalond gjøgnum árini, og í løtuni er Luxembourg einasta limalandið í EPN uttanfyri norðurlond.

Skift verður ímillum at halda ráðstevnu í ymsu londunum annaðhvørt ár, makað ár. Fyri tveimum árum síðani var Ísland vertur fyri ráðstevnuni, tá vóru 8 heilsurøktarar úr Føroyum við.

Arbeiðsumhvørvi og arbeiðsumstøður eru høvuðsevnið á ráðstevnuni, har vit hava fingið dygdargóðar fyrilestrarhaldarar úr Føroyum, Noregi, Danmark, Finlandi og Íslandi at greiða frá. Forvitnisligu heitini á fyrilestrunum eru “Arbeiðsheilsa og arbeiðsumhvørvi”, “Framhaldandi útbúgving fyri heilsurøktarar”, “Kropslig venjing á arbeiðsstaðnum - eitt stig mótvegis einum burðardyggum arbeiðslívi”, “Arbeiðsumhvørvið í heimatænastuni í Finlandi”, “Norðurlendskt umsorganararbeiði í broyting - rák innan arbeiðsumstøður í Danmark, Finlandi, Noregi og Svøríki” og ”Innovatión og tøkni í vælferðartænastunum - at møta avbjóðingunum fyri framman”. Vit fegnast um at kunna vera vertir fyri og samskiparar av eini ráðstevnu við so týðandi granskarum og serfrøðingum, sum okkara egna Pál Weihe, Håkon Høst  og Miu Vabø úr Noregi, Vibeke Andersen úr Danmark, Sari Erkkila úr Finlandi, og Þór Garðar Þórarinson úr Íslandi.

Vit gleða okkum til ein innihaldsríkan og upplýsandi dag saman við okkara evropeisku starvsfelagum.