Altjóða Sálarheilsudagur


Vit vóru, sum vant, við á Altjóða Sálarheilsudegnum 10.10., ið hesaferð varð hildin í Perluni, og tað var so heppið, at Durita og Heidi, sum lesa til heilsurøktara, kundu passa básin hjá okkum, nú tær eru í starvsvenjing í psykiatriini.

Takk, tit sum vitjaðu á degnum, og takk, Sinnisbati, at tit tóku stig til at halda dagin aftur í ár.