Altjóða kvinnudagur

Í dag er altjóða kvinnudagur.

Í Føroyum hava vit javnstøðu, men enn er langt á mál áðrenn vit røkka javnstøðu í tí dagliga lívinum. Heilsurøktarafelagið er eitt felag, har einamest kvinnur eru limir, tí tað eru oftast kvinnur og sjálvdan menn, ið velja útbúgvingina. Tað hevði verið gagnligt fyri fakið; tær tænastur heilsurøktarar veita og arbeiðsumhvørvið hjá heilsurøktarum, um javnstøða var í fakinum. Okkara samfelag er soleiðis innrættað, at arbeiðsmarknaðurin er rættiliga kynsuppdeildur, og vit síggja tað í fleiri fláum á arbeiðsmarknaðinum, at kvinnur, og fólk í typisku kvinnufakunum, eru verri stillað. Vit síggja tað í lágu lønunum, harav eisini lágu eftirlønaruppsparingunum, og arbeiðstíðunum, sum gjarna eru í niðursettum brøki og stuttum vaktum. Tað er ein dagligur kampur at fáa javnstøðu í arbeiðslívinum, og at stríðast fyri rættinum til at arbeiða fulla tíð, men einaferð koma vit á mál. Tað er gott at síggja, at landstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum slóðar fyri við framløguni av greiða javnstøðupolitikkinum, sum var til aðalorðaskiftis í løgtinginum í farnu viku.

Góðan altjóða kvinnudag, Føroya fólk.