Álitisfólkaskeið í Skálavík

Heilsurøktarafelagið skipaði fyri álitisfólkaskeiði í Skálavík 17. og 18. novembur. Hans Trygvi Teirin og Sigmund Poulsen undirvístu. Nevndin var eisini við á skeiðnum.

Á skeiðnum bleiv undirvíst í lógum, sáttmálum og álitisfólkaskipanini. Kjakast varð um, hvussu álitisfólk á bestan hátt kunnu røkja sínar uppgávur til gagns fyri bæði starvsfólk og leiðslu. Somuleiðis var bólkaarbeiðið, har tað bleiv viðgjørt, hvussu man skilabest handfer trupulleikar ella avbjóðingar á arbeiðsplássum.