Áheitan um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði

Heilsurøktarafelagið heitir á limir sínar um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall fyri limir sínar á G4 á Landssjúkrahúsinum, á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum, songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, heita vit á limir okkara um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Heilsurøktarar og Sjúkrahjálparar, ið starvast á sjúkrahúsunum, skulu vera serliga uppmerksom upp á, at tey ikki gera annað arbeiði enn tað arbeiði, tey vanliga gera og lata vera við at taka vaktir fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru í verkfalli. Vit skulu minna á, at tað er arbeiðsætlanin, ið varð løgd undan verkfallinum, sum er galdandi fyri limir okkara.

Vegna nevndina í Heilsurøktarafelagnum,

Rakul í Gerðinum, forkvinna