Aðalfundurin 2016 hjá Heilsurøktarafelagnum

Aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum í Østrøm

Týsdagin 26. apríl 2016 var árligi aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum hildin í Østrøm. 82 limir møttu á aðalfundinum.

Majbritt Mohr, ið hevur verið forkvinna í felagnum seinastu seks árini, hevði gjørt av at leggja frá sær. Tvey valevni stillaðu upp til formanssessin, Rakul í Gerðinum og Sjúrður Norðbúð, ið bæði hava sitið í nevndini hetta seinasta árið. Rakul vann valið og er nýggja forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum.

Tveir nýggir nevndarlimir skuldu veljast, nú Johanna Henriksen og Gunvør Sigurðsson høvdu sitið sítt tvey ára skeið. Nývaldar í nevndina eru Olanta H. Norðbúð og Bingerð Hjalmarsdóttir. Ein nevndarlimur skuldi veljast í nevndina í eitt ár fyri Rakul í Gerðinum, sum var í nevndini áðrenn hon bleiv vald til forkvinnu. Gunvør Sigurðsson tók við tí valinum. At enda skuldi tiltakslimur veljast fyri Sunrid Berg. Fyri hana kom Louisa M. Eliasen.

Tey sum manna nýggju nevndina í Heilsurøktarafelagnum eru sostatt Sjúrður Norðbúð og Bingerð Hjalmarsdóttir, nevndarlimir, Rakul í Gerðinum, forkvinna, Gunvør Sigurðsson og Olanta H. Norðbúð, nevndarlimir.

Anna-Britt Eið og Louisa M. Eliasen eru tiltakslimir.

Aftaná aðalfundin hevði Marin Vang, fyrrverandi sjúkrarøktarstjóri, eitt stutt upplegg við heitinum "Hvussu fái eg styrki til at fáa størri ávirkan á mínar arbeiđsumstøđur".