Aðalfundurin 2017

Mánadagin 24. apríl hevði Heilsurøktarafelagið árliga aðalfund sín.

Nývald í nevndina er Malan Hansen og Sjúrður Norðbúð varð afturvaldur. Sostatt eru tað Rakul í Gerðinum, forkvinna, Bingerð Hjalmarsdóttir, Olanta H. Norbúð, Sjúrður Norðbúð og Malan Hansen, ið manna nevndina í Heilsurøktarafelagnum komandi árið. Tiltakslimir eru Louisa Eliasen og Beinta Simonsen, sum er nývald.

Tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur stóðu fyri vali. Sjúrður Norðbúð og Gunvør Sigurðsson høvdu sitið valskeiðið á tvey ár. Stórur áhugi var millum møttu limirnar á aðalfundinum at stilla upp til nevndar- og tiltakslim. Sjúrður Norðbúð stillaði upp aftur til valið av nevndarlimum og varð afturvaldur. Malan Hansen er nývaldur nevndarlimur í Heilsurøktarafelagnum. Nývald, sum tiltakslimur er Beinta Simonsen.   

Nevndin kemur saman til fyrsta fund sín, har hon eisini skipar seg, ein av komandi døgunum.