Aðalfundurin 2013

Aðalfundur Heilsurøktarafelagið hevði sín fyrsta ársaðalfund leygardagin 20. apríl 2013. Limirnir í Heilsurøktarafelagnum eru fyrrverandi limir í Almanna- og heilsurøktarafelagnum og Føroya Psykiatrifelagið, sum í fjør løgdu saman í eitt felag. 70 limir vóru á fundinum, ið var hildin á Hotel Føroyum. Signa Andreasen skipaði fundin.

Eitt av evnunum, ið var viðgjørt á fundinum, var fakligheit. Í hesum sambandi gjørdu fundarluttakarar vart við at orsaka av dagligari tíðarneyð hjá ma. heilsurøktarum, sum starvast á ellis- og røktarheimum, er tað sera trupult at brúka sína fakligheit.

Til aðalfundin hevði nevndin heitt á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum, um at siga sína hugsan um heilsurøktarar í Almannaverkinum. Les hennara røðu her.

Nevndarval var á skránni. Tveir nevndarlimir skuldu veljast fyri tvey ár, eins og ein skuldi veljast fyri eitt ár. Valið var sera spennandi, tí fleiri stillaðu upp. Endin varð, at í nevndini sita nú: Majbritt Mohr, forkvinna, Gunvør Sigurðsson, Sveinbjørn Olsen, afturvaldur, Annika Johansen og Sjúrður Norðbúð, bæði nývald. Tiltakslimir eru Sunrid Berg og Anna-Britt Eið, afturvald. Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundinum mánadagin 13. mai.