Aðalfundur týsdagin 17. apríl

Aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður í Østrøm á Skálatrøð týsdagin 17. apríl kl. 10.00. 

Morgunmatur er frá kl. 9.15 – 10.00

Skrá sambært viðtøkum felagsins: 

Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum
Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
Val av forkvinnu/formanni, nevnd og tiltakslimum
Val av einum løggildum grannskoðara
Innkomin mál
Ymiskt

Annaðhvørt ár, líka ár, er forkvinnu-/formansval á skránni, so í ár er aftur møguleiki hjá øllum áhugaðum limum at stilla upp til forkvinnu ella formann.

Brot úr viðtøkunum hjá felagnum:
§ 7. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í apríl. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur í minsta lagi tvær vikur frammanundan við lýsing í minsta lagi einum av føroysku bløðunum og á heimasíðu felagsins.

Stk. 4. Forkvinnu/formansval skal hava serstaka fráboðan í fyrstu aðalfundarlýsing og skal setast á skránna, sum verður kunngjørd limunum fyri aðalfundin. Limir skulu møta á aðalfundi fyri at verða valdir í nevndina, ella skal viðkomandi leggja skrivliga váttan um, at hesin tekur við vali. 

Á hvørjum ári verða nevndar- og tiltakslimir valdir. Tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur standa fyri vali.

Sambært § 7, stk. 2. kunnu allir limir skrivliga bera fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum. Øll uppskot skulu vera forkvinnuni/formanninum í hendi 14 dagar áðrenn ásetta aðalfundin. 

Uppskot til umrøðu á aðalfundinum skulu vera okkum í hendi seinasta lagi mánadagin 2. apríl.

Neyðugt er at tekna seg til aðalfundin, í seinasta lagi 2. apríl, við at ringja til felagið á tlf. 315670 ella skriva teldupost til heilsurokt@gmail.com