Heilsurøktarar á heilivágsskeiði í Suðuroy

Heilsurøktarar á heilivágsskeiði í Suðuroy

Heilsuskúli Føroya hevur saman við heilsuskúla í Aabenraa skipað fyri heilivágsskeiði fyri heilsurøktarar.

Frá 7. mars til og við 11. mars 2016 var skeið fyri 25 heilsurøktarum hildið í Suðuroy.

Undirvísarar vóru Helle Kloth, sjúkrarøktarfrøðingur og undirvísari og Tina H. Skafte, leiðari á Social- og sundhedsskolen í Aabenraa.

Skeiðið er tað sama medicinskeiðið, ið hevur verið hildið fyri heilsurøktarar í Danmark í nógv ár, og sum nógvir av okkara limum hava eftirlýst. Heilsurøktarafelagið fegnast um undirvísingina og vónar, at arbeiðsplássini fáa gleði av øktu førleikunum hjá heilsurøktarunum. Skeiðsluttakararnir lótu sera væl at skeiðnum.