Ráðstevna um heilsurøktarar í tvørfakligum samstarvi

Væleydnað ráðstevna um heilsurøktarar í tvørfakligum samstarvi

Umleið 100 fólk tóku lut á ráðstevnuni, sum Heilsurøktarafelagið og Heilsuskúli Føroya skipaðu fyri 25. februar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Heitið á ráðstevnuni var Heilsurøktarar í tvørfakligum samstarvi – førleikar og arbeiðsuppgávur hjá heilsurøktarum. Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á førleikarnar hjá heilsurøktarum og geva áhoyrarunum íblástur til, hvussu heilsurøktarar í størri mun kunnu brúkast í ymsum arbeiðsuppgávum.

Les meira um ráðstevnuna og síggj framløgurnar undir "tíðindum" og "felagið" aðrastaðni á heimasíðuni.