Heilsurøktarar fáa prógvið á Heilsuskúla Føroya
Próvhandan á Heilsuskúla Føroya
Hósdagin 28. januar 2016 fingu 13 heilsurøktarar prógv á Heilsuskúla Føroya. Heilsurøktarafelagið var við til próvhandanina og sera hugnaliga hátíðarhaldið. Vit ynskja heilsurøktarunum hjartaliga til lukku og góða eyðnu í framtíðini.