Mótmælistiltak í Almannamálaráðnum

Mótmælistiltak og undirskriftahandan í Almannamálaráðnum 8. mai 2013

Starvsfólk á eldraøkinum, avvarðandi, pensjónistar og onnur vóru mikudagin 8. mai kl. 11.00 í Almannamálaráðnum og mótmæltu ætlaðu sparingunum á eldraøkinum.

Starvsfólk á Eysturoyar røktar- og ellisheimi høvdu tikið stig til tiltakið. Í sambandi við ætlaðu sparingarnar har, høvdu tey skrivað eitt mótmælisskriv, ið gjølla greiðir frá avleiðingunum fyri búfólk, starvsfólk og gerandisdagin, um sparingarnar verða settar í verk. Skrivið bleiv lisið upp og handað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum.