EPN samstarvsfundur og røktarheimsvitjan í Amsterdam
EPN á samstarvsfundi og røktarheimsvitjan í Amsterdam 5. - 7. okt. 2015
Heilsurøktarafelagið er limur í European council of Practical Nurses (stytt EPN). Í hesum evropiska samstarvinum eru Ísland, Norra, Finnland, Luksemburg, Danmark og Føroyar.
Umboð frá øllum limalondunum vóru í Hollandi 5. – 7. oktobur 2015, har formenn, forkvinnur og onnur hittust til fund og vóru og vitjaðu ein kendan demensbý - De Hogeweyk. Vit ynsktu at síggja eitt alternativ til vanligu røktarheimini, og tað er De Hogeweyk!
Demensbýurin er í einum avbyrgdum umráði, og har er mestsum alt, sum vanliga er í einum lítlum býi.