Heilsurøktaranæmingar á vitjan í fakfelagnum

Heilsurøktaranæmingar vitjaðu í fakfelagnum 30. oktobur 2015

Annað árið á rað hevur Heilsurøktarafelagið skipað fyri kunningarfundi og morgunmati fyri heilsurøktaranæmingum, sum næstan eru lidnir við útbúgvingina. Vit meina, at hetta er eitt gott høvi at greiða frá virkseminum hjá fakfelagnum. Á fundinum leggja vit eisini upp til at næmingarnir kunnu koma við góðum hugskotum til víðari virksemi.

Á fundinum greiddi Jóhanna Henriksen, heilsurøktari, frá sínum arbeiði á heiminum fyri minnisveik í Vallalíð. Hon greiddi millum annað frá arbeiðsuppgávum, tvørfakligum samstarvi og fakliga samleikanum hjá heilsurøktarum.