11 fingið prógv

23. januar fingu 11 fólk heilsurøktaraprógv á Heilsuskúla Føroya, 10 kvinnur og 1 maður.

Aftara rað frá vinstru eru tey: Amanda Askham, Norðoyri, Silja Sivertsen, Norðdepil, Noomi Poulsen, Hvannasund, Marianna Eið Joensen, Skopun, Helen Dam, Vágur og Marta Summer Tausen, Tórshavn.

Fremra rað frá vinstru eru tað: Kristina Sundar Hansen, Vestmanna, Gunnvá M. Absalonsen, Viðareiði, Ragnar Petersen, Tórshavn, Lillian Poulsen, Tórshavn og Dagunn Hansen, Saltangará.

Í Heilsurøktarafelagnum fegnast vit um, at tað legst afturat limaskaranum á hvørjum ári.

Niðanfyri prenta vit røðuna, sum forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum helt til prógvhandanina, og vilja á hendan hátt ynskja øllum 11, hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

 

Góðan dag øll tit, sum eru komin saman til hendan stóra dagin: makar, børn, foreldur, vinir, kanska eisini ommur og abbar, lærarar og starvsfólk skúlans, og - ikki minst - næmingar, sum frá í dag av ikki vera heilsurøktaranæmingar longur, men løggildir heilsurøktarar.

Eg skal vegna Heilsurøktarafelagið takka fyri at vit fingu høvi at vera við til hesa heilt serligu løtu, og vilja vit ynskja tykkum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og heitinum sum heilsurøktarar.

Tit eru 12. flokkurin, ið fær prógv á Heilsuskúla Føroya, og tað er nógv vatni runnið í ánna síðan fyrstu næmingarnir fingu prógv. Skúlin hevur síðan tá skift bústað, frá lítlu hølunum mitt á Tvøroyri til stásiliga bygningin her í tí grøna (og vindharða) dalinum. Almennu lærugreinarnar eru eftir árunum hækkaðar í støði, heilivágslæra er vorðin kravd próvtøkulærugrein, tvs at fakliga eru tit betri fyri enn tey fyrstu, sum fingu prógv á skúlanum, og soleiðis skal tað eisini vera, tí menning er óumberlig – tað  slepst ikki undan menningini, tíbetur.

Seinastu tíðina hava tit lisið og terpað, skrivað niður og funnið tilfar fram aftur, sum tit hava havt brúk fyri til próvtøkurnar, tí nú skuldu tit prógva, at tit veruliga hava ment tykkum. Og tit kláraðu tað. Nú sita tit her, allir nervarnir eru burtur og tit sita her púra rólig, eitt sindur betri, eitt sindur sterkari, nógv fakligari og við einum innliti, tit ikki høvdu fyri knappliga tveimum árum síðani.

Poul F. yrkir um lívið, eina stutta yrking, sum hóskar eins væl til stutt tíðarskeið, sum eitt útbúgvingarskeið ella tað stutta tíðarskeiðið, sum tað er, tá vit ganga til endaligu próvtøkurnar:

 

Lívið:

Lívið er eins og eitt kertuljós,

ið brennur bert stutta tíð,

men áðrenn tað slóknar, eitt annað er

tendrað við tí av ný, -

 

Tendrast og slókna er lívsins lóg,

alt lív bert eittans er :

hin ævigi tendrarin lívslystin er,

sum gjøgnum alt streymandi fer.

 

Hetta kertuljósið, sum fer at sløkna nú, kunnu vit kalla HRØ ´18, men áðrenn tað slóknar hevur tað fest í eitt nýtt ljós, sum er tykkara yrkisleið sum heilsurøktarar.

Sum heilsurøktarar fara tit støðugt at arbeiða útfrá eini heildaráskoðan, har tit møta menniskjum, har tey eru. Tí tit hava lært at síggja javnvág millum tilfeingi og krøv. Í tykkara nýggja fakliga samleika koma tit at leggja dent á at síggja tað fríska meniskjað og arbeiða fram ímóti, at menniskjað er, og heldur áfram at vera so virkið sum gjørligt.

Við breiða ástøðinum, sum ígjøgnum útbúgvingina er væl kjøfest í praktisku førleikunum, tit somuleiðis hava vunnið tykkum, eru tit, sum heilsurøktarar eru handlisterk; tit eygleiða, reflektera og handla, og tit arbeiða sjávstøðugt og dokumentera væl.

Sum heilsurøktarar bjóða vit til samstarv allastaðni har vit koma í vinnu: Samtíðin biðjur um fleirfakligt samstarv – okkara styrki er opinleiki. Tað er tað, sum er lyklaorðið í samstarvinum. Vit hava, sum nevnt, eina breiða útbúgving og kunnleika á nógvum økjum, sterka fakligheit – vit kenna bæði okkara førleikar og avmarkingar, og tað eru góðar fortreytir fyri einum góðum samstarvi, vit øll lyfta í felag og vit bjóða til samstarv.

Eg vil at enda ynskja tykkum øllum góða eydnu á tykkara yrkisleið.