10.10.2018

Mikudagin 10. oktobur er altjóða sálarheilsudagur.

Sinnisbati heldur dagin í Østrøm saman við øðrum áhugafeløgum. Heilsurøktarafelagið verður aftur í ár við til tiltakið, sum fer at taka støði í tí góða lívinum. Á skránni vera framløgur og tónleikur, eisini verður ein teknikapping fyri børnini. Básarnir lata upp kl 13.00 og dagurin endar við, at sálarheilsuvirðislønin 2018 verður latin.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja básin hjá okkum í Østrøm mikudagin 10. oktobur kl 13.00 – 17.30